Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Sunnudagsskúli og møti verða í morgin kl. 14.00.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra víðari um Jákup. Hesaferð fara vit at hoyra um tá ið hann kemur heim aftur til Esav beiggja sín.

Til møti veður tað KFS, sum kemur at standa fyri. Dagligi leiðarin Ragnar Petersen kemur at boða Guðs orð. Eisini koma tey at greiða frá arbeiðinum hjá KFS.

Okkara Herta Skarðhamar Chang, er sett í starv hjá KFS, hetta fara vit eisini at markera á møtinum.

Eisini fer talvan at ganga fyri KFS arbeiði.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Similar Posts