Døgverði og sunnudagsskúli og møti saman

Í morgin, sum er 2 sunnudagur í advent, byrja vit í missiónshúsinum beint eftir guðstænastuni.

Tá byrja vit við døgverða, til tey sum hava tekna seg.

kl. 14.00 byrjar møti, sum í morgin er eitt sangmøti, sum vit kalla “syngja jólini inn”.
At syngja koma: Tabor kórið, Gadders og New praise, umframt nógvur felagssangur. Beinir Langaard kemur at hava eitt Guðs orð til okkara.

Við tað at kjallarin verður dekkaður upp, koma vit at hava sunnudagsskúlan og møti saman. Tað vil siga at eingin sunnudagsskúli verður í morgin, men øll verða saman til sangmøti.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Similar Posts