Sunnudagsskúli og møti í morgin.

Sunnudagsskúli og møti vera í morgin kl. 14.00.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra teir 4 vinmenninar, sum bóru vinin hjá sær til Jesus.

Á møtinum fáa vit vitjan av Øssur Steinhólm, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Similar Posts