Missiónsvikan – sunnudagur

Nú eru vit longu komin til síðsta dagin á missiónsvikuni í ár. Í morgin er sunnudagur, og tá er skráin hendan.

Kl. 11.00. Guðstænasta við altargongd. Ovi Brim prestur prædikar.

kl. 14.00 verður sunnudagsskúli. Í morgin og komandi sunnudaganar, fara vit at hoyra tað spennandi søguna, um Jósef og brøður hansara. Eisini hoyra vit søgu, og syngja saman.

Síðsta møti á missiónsvikuni í ár, verður kl. 18.00 í annaðkvøld. Tá fáa vit vitjan úr Klaksvík, av Jóhan Henriksen, sum kemur at boða Guðs orð til okkara.
Sangin fáa vit frá okkara egna Tabor kórið.

Tað verður innsavnan til Heimamissiónina á møtinum.

Verðið øll hjartaliga vælkomin til tiltøkini í morgin.

Similar Posts