Sunnudagsskúli, møti og frokost.

Í morgin byrja vit frokost eftir guðstænastuna.

Kl. 14.00 byrjar sunnudagsskúlin og møti.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra víðari um Jósef. Hesaferð fara vit at hoyra um, tá ið pápi Jósef, Jákup, saman við allari familjuni komu til Egyptaland.

Møti í morgin, verður eitt sang og vitnimøti. Vit koma at hoyra nakrar vitnisburðar, syngja saman, og orðið verður frítt.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið.

Øll eru hjartaliga vælkomin, til frokost og møti/sunnudagsskúla.

Similar Posts