Morgun kaffi – Grannakaffi

Í morgin verður morgun kaffi aftur. Vit byrja kl 10.00.
Hesaferð verður tað tó eitt sindur øðrvísi, tí hesaferð verður tað Grannakaffi, sum er eitt tiltak sum Krabbameinsfelagið stendur fyri, og er ymsastaðir runt landi.

Vit byrja við einum góðum morgunmati, síðani fara vit at hoyra part av lívssøgu frá Jannet og Paula Højgaard. Eisini koma vit at hoyra frá umboðum hjá Krabbameinsfelagnum

Eisini kemur ein skúlaflokkur úr Glyvra skúla at syngja fyri okkum.

Møguleiki verður at geva eina gávur til Krabbameinsfelagið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Similar Posts