Sunnudagsskúli, møti og frokost.

Í morgin er aftur sunnudagur, og tá verður sunnudagsskúli og møti kl. 14.00.

Men vit byrja longu kl. 12.30 við frokost, har øll eisini eru hjartaliga vælkomin.

Á sunnudagsskúlanum í morgin fara vit at hoyra eina spennandi bíbliusøgu, um mannin sum kallaðist Gideon. Guð kallaði Gideon til eina serliga uppgávu. Eisini fara vit at hoyra søgu og syngja saman.

Á møtinum verður tað Alfred Olsen sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Similar Posts