Sunnudagsskúlin vitjaði Vesturskin.

Í dag høvdu vit ein serligan sunnudagsskúla. Hann var ikki í missiónshúsinum, men í staðin var fari oman á Vesturskin, at hava sunnudagsskúla saman við búfólkunum.

Vit møttust í missiónshúsinum, og gingu síðani oman til Vesturskin. Har sungu vit fyrst nakrar sangi, síðani hevði Ólavur Magnussen orðið um dómaran Sámuel, og hvussu Guð brúkti hann í síni tænastu. Ólavur endaði við at minna okkum øll á, at Jesus eisini kann brúka okkum í okkara dagligdegi, at verða hansara tænarar.

Síðani sungu vit nakrar sangir afturat, og endaðu við Faðir vár í felag.

Ein øðrvísi, og sera góður sunnudagsskúli var komin at enda.

Vit takka Vesturskin fyri møguleikan at koma oman við børnunum.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.