Útferð/møti sunnudagin.

Sunnudagin 26 mai, var skipa fyri útferð. Veðri var gott, tó yvirskíggja. Men eitt gott pláss undir Vørðuni bleiv funni, og her var bæði lýtt og stilt verður.

Vit møttust kl. 14.00 við Vørðina, og hugaligt var at síggja, hvussu fólk komu úr ymiskum ættum, men stevndu til sama mál.

Tað vóru tey ungu sum stóðu fyri tí andaliga partinum. Vit byrjaðu við at syngja nakrar sangir saman, síðani hevði Ingi Johannesen eitt orð til okkara, og enda vit løtuna við aftur at syngja nakrar sangir, og bøn.

Eftir at møti var liðugt, var møguleiki at grilla, og nýttu nógv hetta høvi.

Samanumtikið ein sera góð løtu, undir Guðs fría himli.

Her eru nakrar myndir frá degnum.

Similar Posts