Andagt – Frið við Guð

“Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí frið við Guð við harra okkara, Jesusi Kristi.” (Róm. 5.1)

Ofta hugsar hin niðurboygdi og máttleysi syndarin: “Hvussu kann eg, sum eri ein so ringur syndari, hava frið við Guð?” Hetta havi eg hugsa fyrr, og tú óivað eisini. Paulus sigur í Rómverjabrævinum kapittul 3:
“Tí at øll hava syndað, og teimum vantar Guðs heiður.” Men – Guð havi lov – hava vit svarið til júst hendan spurning í versinum: “Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí frið við Guð við harra okkara, Jesusi Kristi.” Tú og eg, sum hava syndað móti Guði og gjørt fleiri misgerðir enn vit klára at telja, eru órættvís – men við trúnni á Jesus Krist, verða vit gjørd rættvís fyri einki, og hava vit tí frið við Guð.

Guð av síni undurfullu náði, sendi Son Sín til jarðar. Jesus livdi eitt lýtaleyst lív. Eitt lív uttan synd. Heilagt, uttan blett og uttan rukku! Hann var Faðirinum fullkomiliga lýðin í øllum lutum. Lívið, tú
og eg ikki megnaðu at liva, tað livdi Kristus! Síðan rindaði Hann fyri alla heimsins synd, tá Hann bar hana út á Golgata kross. “Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guðs rættvísi í honum.” Hann bar tína og mína synd á krossin. “hann sum fyri misgerðir okkara varð givin upp og fyri rættvísgering okkara varð uppvaktur.” Jesus gevur tær sannan frið. Hann er sjálvur friðarhøvdingin, ið Jesaja profeteraði um. Hann er tann einasti, sum kann geva tær sannan frið.

Tað er bert Jesu rættvísi, sum Guð hevur tokka til, tí Hann helt alla Guðs lóg. Tí mugu vit vera í Kristi. Fjald í Honum – og tað eru vit, tá vit trúgva á navn Hansara! At vit mugu verða funnin í Honum, so
at vit ikki standa í dóminum við okkara egnu rættvísi, hana sum fæst av lóg, men hana sum fæst við trúgv á Krist, rættvísina frá Guði trúar vegna (Fil. 3.9). Tá hava vit frið við Guð, ið merkir, at øll okkara syndaskuld er goldin. Guð sær okkum, sum rættvís í Kristi Jesusi. Vit eru ikki longur fíggindar, men Guðs børn. Øll skuld og skomm, sum vit av røttum føldu, av okkara mongu misgerðum, bar Jesus á krossin.
Takk Harri Jesus Kristus!

Beinir Langgaard hevur skrivað

Similar Posts