Einki ungdómsmøti í Tabor, men á Strondum
Í kvøld verður einki ungdómsmøti í missiónshúsinum, men tað verður eitt SUM ungdómsmøti í missiónshúsinum á Strondum.
Møti byrjar kl. 21.00. Vagn Foldbo kemur at boða Guðs orð, og vit fara at lovsyngja saman.
Eftir møti verður góður drekkamunnur og hygg.
Øll frá 7 flokki og uppeftir eru hjartaliga vælkomin.