Evnismøti og sunnudagsskúli

Í morgin verður aftur sunnudagsskúli og møti. Møti í morgin verður eitt evnismøti.

Á sunnudagsskúlanum halda vit fram við at hoyra tekstir, sum knýta seg til bønina Faðir vár.
Í morgin fara vit at hugsavna okkum um partin í Faðir vár sum er “verði vilji tín”. Tað fara vit at gera út frá bønini sum Jesus hevði í Getsemane

Á møtinum, sum í morgin verður eitt evnismøti, kemur Atli Rasmussen at tosa yvir evni “grundarlagið fyri kristnu eindini”

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á sunnudagsskúla og møti.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.