Sjómanskvinnuringur byrjar aftur.
Nú byrjar Sjómanskvinnuringurin ella bindimøti aftur eftir summarsteðgin.
Vit byrja í morgin kl. 19.30. Vit samlast um Guðs orð, hoyra søgu, fáa drekka, og hugna okkum við stokkunum. Vit plaga at enda áleið kl. 21.30.
Í annaðkvøld fáa vit vitjan, av Hildigunn og Hilmar Højgaard, sum koma at siga frá, í orðum og myndum, túri tey bæði vóru í Ísrael.
Eisini verður innsavnan til Sjómansmissiónina.
Allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.