Í kvøld byrjar Ungdóms-vikuskifti

Í kvøld byrjar fyrsta av trimun møtum, sum tey ungu í missiónshúsinum standa fyri. Hini bæði møtini eru leygarkvøldi og sunnudagin. Høvðursyvirskrifti yvir møtini er “Drálar tú?”

Møti í kvøld byrjar kl. 21.00. Tað verður Beinir Langgaard sum kemur at tala um evni “Frelsudagurin”, út frá tekstinum í 2. Kor 6,2.

Leygarkvøldið byrjar møti kl. 20.00. Tá verður tað Rani Hansen, sum kemur at tala um evni “Í dag um tú hoyrir rødd Harrans”, út frá tekstinum í Hebr. 3,7-19.

Síðsta møti verður sunnudagin kl. 14.00. Tá verður tað Magni Skoradal sum kemur at tala. Evni sum hann kemur at tala um er “prísurin at fylgja Jesusi eftir, út frá tekstinum í Matt. 8,18-22.

Á øllum møtunum verður sjálvandi lovsongur, umframt at vit koma at hoyra sang frá einstaklingum og bólkum.
Eisini er møguleiki fyri samtalu og forbøn.

Øll, bæði ung og vaksin, eru hjartaliga vælkomin til vikuskiftismøtir í missiónshúsinum.

Onnur tíðindi