Skráin fyri desember í Tabor
Skráin fyri desember mánaða í missiónshúsinum, verður hendan.
Leygardagin 7 desember, skipa tey ungu fyri tí árliga dekratiónsdegnum. Har vit koma saman at gera dekratiónir, fyri síðani at fara út til tey eldru í okkara bygdum, við eini heilsan frá Jesusi.
Byrja verður kl. 16.00 at gera dekratiónir, og umleið kl. 19.00 verður fari út at vitja.
Sunnudagin 8 desember, hava vit møti sum vit kalla “vit syngja jólini inn”. Men áðrenn møti verður skipa fyri einum góðum døgverða. Døgverðin byrjar beint aftaná guðstænastuna.
Tað er neyðugt við tilmeldin til døgverðan. Tilmeldingin fer fram við at SMSa ella ringja til telefon nr. 789287 ella 747795. Síðsta freist at melda til er mikudagin 4 desember.
Døgverðin kostar kr. 30 fyri vaksin og kr. 20 fyri børn.
Til møti koma vit at syngja nógv saman, umframt at hesi koma at syngja fyri okkum: Taborkórið, Barnakórið og Gadders. Jóhan Hansen, familjum- og barnaráðgevi kemur at boða Guðs orð til okkum.
Tað verður eingin sunnudagsskúli henda dagin, men vit verða øll saman.
Sunnudagin 16 desember, verður møti og sunnudagsskúli sum vanligt.
Til møti fáa vit vitjan av Tór-Ingar Akselsen, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum.
Sunnudagin 22 desember, verður møti og sunnudagsskúli. Á møtinum kemur Ólavur Magnussen at boða Guðs orð fyri okkum.
Sunnudagin millum jóla og nýggjárs, sum er 29 desember, verða báðar jólafestinar.
Vit byrja við festin fyri børnini, sum byrja kl. 14.00, og festin fyri teimum vaksnu byrja kl. 18.00.