Andakt – Gleðiligt nýggjár í Jesu navni.
Og Harrin segði við Ábram: «Far burtur úr landi tínum, frá ættarfólki tínum og úr húsi faðirs tíns, til tað landið, ið eg man vísa tær á! v2 Eg skal gera teg til mikla tjóð og vælsigna teg, so at tú verður navnframur og til signingar. v3 Ja, tey, ið vælsigna teg, man eg vælsigna, og tey, ið biðja ilt fyri tær, skal eg banna; allar ættir jarðarinnar skulu fáa signing av tær.» 1. Mós 12,1-3
Hesi vers eru Guðs tala til Ábram. Men um vit nú taka hesi vers til okkum, og siga tey inn í okkara lív, nú vit eru farin inn í eitt nýtt ár.
Ábram varð kallaður at fara burtur frá tí kenda, tí sum hann altíð hevði livað í og verið ein partur av. Hann varð kallaður til at fara, fara til eitt land, sum hann ikki visti hvar var. Men tað fylgdu signingar við at fylgja Guðs kalli: ”eg skal gera teg til mikla tjóð og vælsigna teg, so at tú verður navnframur og til signingar”
Og í vers 4 stendur ”síðan legði Ábram avstað..”
Vit eru komin inn í eitt nýtt ár. Eitt ókent ár fyri okkum. Ábram varð kallaður at fara út í tað ókenda, ja, hann hevði ”bara” Guðs orð at fara uppá.
Tað er tað, sum vit eisini hava at fara uppá. Jesus kallar okkum til at fylgja honum eftir, og at hava hann sum nummar eitt í øllum lívsins viðurskiftum. Ikki lata heimsins list og leik tøla okkum, eins og tað hendi fyri Demas (2. Tim. 4,10), men at vit hvønn dag, í bøn og tøkk, venda okkum til Jesus, og biða hann vísa okkum á tann veg, sum hann hevur lagt til reiðar fyri okkum at ganga á.
So vil eisini hetta nýggja árið verða ein signing fyri okkum og fyri tey, sum eru rundanum okkum.
Tað lyftið, sum Ábram fekk um, at ”allar ættir jarðarinna skulu fáa signing av tær”, gongur út hvønn dag, við tað at menniskjur hoyra gleðiboðskapin um Jesus Kristus og taka ímóti honum í trúgv. Hann, sum er føddur, deyður og upprisin fyri okkum, fyri at vit kunnu fáa syndana fyrigeving, ganga frí frá dómi og ævigum deyða, og ein dag verða sæl í teimum ævigu búðstøðum heima hjá Jesusi.
Jesus vælsigni okkum í hesum nýggja árinum, bæði persónliga og sum meinigheit. At hetta nýggja árið má gerast eitt frelsunnar ár, eitt endurnýggjanar ár.
Gleðiligt nýggjár í Jesu navni!