Sunnudagsskúli og møti í morgin.
Sunnudagsskúli og møti verða í morgin kl. 14.00.
Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um tá ið Jesus bleiv umskorin, og um tey bæði gomlu sum vóru í templinum, tá ið Jósef og Maria komu við Jesusi.
Eisini koma vit at hoyra um, tá ið Jesus bleiv doyptur.
Á møtinum fáa vit vitjan av Ásbjørn Jacobsen, úr Leirvík, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.