Missiónsvikan byrjar.

Nú fer missiónsvikan hjá okkum at byrja, og vit gleða okkum, og síggja fram til eina viku, har Guðs orð verður boða til umvendingar, frelsu og endurnýggjanar.

Vit byrja í morgin kl. 14.00 við Familjumøti.

Tað verður Ann Mari Kjølbro, úr Klaksvík sum kemur at hava orðið til okkara. Eisini fáa vit sang, umframt nógvan felagssang.

Innsavnan verður til sunnudagsskúlaarbeiði hjá okkum.

Eftir Familjumøti er ein góður drekkamunnur at fáa.

Øll, frá tí yngsta til tann elsta, eru hjartaliga vælkomin á Familjumøti í morgin kl. 14.00.

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.