Bobengrün 2026?

Vilt tú við til Bobengrün 2026? So er at skunda sær, tí freistin er mánadagin 5. januar! 🙂

Í døgunum 28. juni – 9. juli 2026 skipar missiónshúsið Tabor fyri túri til Bobengrün.
Hetta er 6. ferð at Tabor skipar fyri túri til Bobengrün.

Vit fara at hava tað stuttligt saman og styrkja samanhaldið í okkara samkomu.
Bíbliutímar og andaktir verða á skránni hvønn dag.
Á túrinum verður eisini skipað fyri upplivingum og útferðum til aðrar býir – millum annað Wittenberg.

Kostnaður fyri túrin er uml. 7.500 kr pr persón.

Freistin at melda til er mánadagin 5. januar 2026
Ring ella skriva til:

Hans Erik Danielsen, 291967

Janus Thomsen, 211021

Scroll to Top