Frokost, møti og sunnudagsskúli

Í morgin byrja vit longu kl. 12.30 við frokost. Hvør sær hava vit okkurt pálegg við, og so syrgir missiónshúsið fyri breyði og drekka.

kl. 14.00 verður sunnudagsskúli og møti.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um slangunar sum komu upp millum Ísraels fólk, meðan tey gingu í oyðimørkini, og har Móses gjørdi ein koparorm, sum var bjarging fyri fólki. Hesa mynd brúkar Jesus um seg sjálvan, tá ið hann sigur við Nikodemus, “og eins og Móses hevjaði upp ormin í oyðimørkini, soleiðis eigur menniskjusonurin at verða upphevjaður” Johs. 3,14

Á møtinum fáa vit vitjan úr Klaksvík. Tað verður Hjørleif Poulsen, sum kemur at boða Guðs orð fyri okkum.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Scroll to Top