Sunnudagsskúli og møti. Rokniskapur lagdur fram

Í morgin verður aftur møti og sunnudagsskúli kl. 14.00.

Á sunnudagsskúlanum í morgin fara vit at hoyra um profetin Jónas, sum royndi at rýma frá Guði, men tað gekk ikki so væl. Eisini syngja vit saman, og hoyra søgu.

Á møtinum kemur Jaspur Langgaard at boða Guðs orð fyri okkum.

Eisini verður rokniskapurin fyri 2025 lagdur fram, og kunning frá stýrinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á sunnudagsskúla og møti.

Scroll to Top