Ungdómsmøti verður aftur í kvøld.
Vit byrja kl. 19.30 við bønarløtu, og kl. 20.00 byrjar ungdómsmøti.
Í kvøld koma vit at hava ein vitni- og lovsongsløtu, har Jónhild Djurhuus kemur at hava eitt Guðs orð til okkara, vit lovsyngja saman, og møguleiki verður at bera fram ein vitnisburð um, hvat í Jesus hevur at týða í tínum lívið.
Eftir møti fáa vit ein góðan drekkamunn, og fara at hugna okkum saman.
Øll frá 7 flokki og uppeftir, eru hjartaliga vælkomin.





