Ungdómsmøti í kvøld.

Til ungdómsmøti í kvøld, fáa vit vitjan úr Klaksvík.
Tað er soleiðis at tey ungu úr KFUM&K í Klaksvík, eru á legu í missiónshúsinum, og endar legan hjá teimum við ungdómsmøti saman við okkara ung.

Vit byrja kvøld sum vanligt við eini bønarløtu kl. 19.30. Ungdómsmøti byrjar kl. 20.00.
Tað verða tey ungu úr KFUM&K sum koma at hava ungdómsmøti. Vit koma at hoyra 2 vitnisburðar, og lovsyngja saman. Eftir møti fáa vit ein góðan drekkamunnu, og hugna okkum saman.

Øll ung frá 7 flokki og uppeftir eru hjartaliga vælkomin.

Scroll to Top