Frokost, møti og sunnudagsskúli

Í morgin byrja vit við frokost kl. 12.30.
Vit hava hvør sær okkurt pállegg við, og missiónshúsið hevur breyð og drekka.

Møti og sunnudagsskúli byrjar kl. 14.00.

Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um Paulus, hvussu hann møtti Jesusi, og hvat tað gjørdi við hansara lív. Eisini syngja vit saman, og hoyra søgu.

Til møti kemur Alfred Olsen at boða Guðs orð fyri okkum.

Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Scroll to Top