Sera góð útferð.

Vit vóru útferð sum meinigheit í dag. Vit fóru ikki so langt, men tó so gjørdist tað ein sera góður dagur.

Veðrið var við okkum, og sól skein bæði oman og niðan allan seinnapartin, og samstundis fingu vit góða lívd av bygninginum hjá KBH, so har var gott at verða.

Vit byrjaðu løtuna við at syngja saman. Andrias Magnussen greiddi frá tá ið Paulus og Silas sótu fangar í Filippi. Helen endaði løtuna við at lesa ein sálm og bøn.

Eftir tað fóru vit at grilla, og hugna okkum, sum myndinar vísa.

Vit takka Guði fyri tað góða veðri, og fyri løtuna saman við hvørjum øðrum.

Her eru nakrar myndir frá degnum.

Scroll to Top