Møti og sunnudagsskúli verða í morgin kl. 14.00.
Á sunnudagsskúlanum hoyra vit bíbliusøgu, syngja saman og hoyra søgu ella gera okkurt annað.
Møti koma Krista og Ólavur Magnussen at hava. Hetta verður eitt sang møti, har vit koma at syngja bæði gamlar og nýggjar sangir.
Tað er fyrsti sunnudagur í mánaðinum, so innsavnan verður til missiónshúsið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

