Lýst var síðsta sunnudag við, at møguliga fóru vit at hava eitt útimøti í morgin. Men við tað at veður forsøgninar eru eitt sindur ivasamar, er avgerð tikin um at hava møti í missiónshúsinum.
So møti og sunnudagsskúli verða kl. 14.00.
Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra bíbliusøgu, syngja saman og hoyra søgu.
Á møtinum, kemur Andrias Magnussen at boða Guðs orð fyri okkum.
Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á sunnudagsskúla og møti.

