Møti og sunnudagsskúli verða í morgin kl. 14.00.
Á sunnudagsskúlanum fara vit at hoyra um stormin á Genesaret vatninum, og hvussu Jesus stillar stormin. Eisini syngja vit saman og hoyra søgu.
Møti í morgin verður merkt av, at vit hava týska vitjan. Men møti verður eisin merkt av at skipið hjá missiónsfelagsskapinum OM – Logo Hope – er í Føroyum í hesum døgum.
Tí koma vit á møtinum bæði at hoyra Guðs orð á enskum og týskum.
Umboðini frá OM koma at boða Guðs orð fyri okkum, og koma eisini at greiða frá arbeiðinum hjá OM, og serliga hava tey gera umborð á Logos Hope.
Okkara týsku vinir, sum er á vitjan við einum bólki á 32 fólk, koma eisini at virka við til møti. Vit koma at fáa eina andagt frá teimum, og so kemur Peter at bera eina heilsan fram.
Umframt hetta, so koma vit at syngja nógv saman.
Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði á sunnudagsskúla og møti.

