Bróðurringurin á Havinum – stevnu

Bróðurringurin á Havninum kemur at hava sína árligu stevnu hjá okkum í ár. Bæði leygardagin og sunnudagin, koma tey frá Bróðurringinum at standa fyri tiltøkum í missiónshúsinum.

Skráin fyri stevnuna er hendan:

Leygardagin 5. Septembur 
Kl. 15:00: Limafundur við dagsskrá sambært lóg felagsins. Høgni við Rætt innleiðir.

Kl.18:00. Bønarmøti. 

Kl.19:00. Alment møti. Alfred Olsen, talar. Max Højgaard, endar, og sangbólkurin Eclesias úr Klaksvík luttekur við spæli og sangi.

Sunnudagin 6. septembur. 
Kl.11:00 Guðstænasta í Fríðrikskirkjuni á Toftum.

Kl.14:00 Alment møti. Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, talar, og Streingjakórið í Rituvík luttekur við spæli og sangi.
Formaðurin í Br´ðurringinum á Havinum, Rúni Hentze endar møtið.

Á stevnuni verður møguleiki fyri at tekna seg sum lim í Bróðurringinum á Havinum.

Tann, ið ynskir at gerast limur, er vælkomin til limafundin leygardagin kl.15.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.