Ungdómsmøti verður aftur í kvøld.
Vit byrja við bønarløtu kl. 19.30, og ungdómsmøti byrjar kl. 20.00.
Í kvøld verður tað okkara egni Alfred Olsen, sum kemur at tala til okkara úr frá evninum “gleðin í Harranum”.
Eisini lovsyngja vit saman.
Eftir møti fáa vit ein góðan drekkamunn, og hugna okkum við práti og spølum.
Øll ung frá 7 flokki og uppeftir eru hjartaliga vælkomin.

