SUM-ungdómsmøti verður í annaðkvøld. SUM stendur fyri SkálafjarðarUngdómsMøti.
Ungdómsmøti hesaferð verður í missiónshúsinum á Strondum.
Vit byrja kl. 20.00. Tað verður Ervin Rassmusen, sum kemur at tala um evni: Hvat gera vit, tá vit møta mótstøðu?
Bilar koyra frá missiónshúsinum kl. 19.40, og øll ung frá 7 flokki og uppeftir eru hjartaliga vælkomin.

