Nú verður aftur møguleiki at njóta samveru saman við tínum bygdafólki
Í døgunum 6. – 8. november, verður aftur Toftalega í Leguhúsinum í Nesvík.
Tilmeldingin letur upp fríggjakvøldið 23. oktober kl. 18.00 her á tabor heimasíðuni.
Henda tilmeldingin gongur fyri seg á annan hátt enn fyrr. Trýst á myndirnar niðanfyri fyri at síggja dømi.
Tilmeldingin fer fram á tabor.fo/toftalegan har man í einum formulari, skrivar sítt for-og eftirnavn, aldur og kyn. Tað er bara møguligt at tekna 8 persónar til hvørja tilmelding.Í tilmeldingini kann man sjálvur velja kaman t.d. 302. Tí er tað best fyri tykkum, ið ynskja at deila kamar, at tilmelda tykkum saman í einari tilmelding. Um so er, at tit blíva fleiri enn mest loyvda, so kunnu tit skriva tey smæstu/yngstu børnini inn í somu linju.
Á skránni verur m.a. áhugatími við Beintu og Ásbjørn Berthelsen og um viðrar, postarenning, og sjálvandi við góðari samveru, sangi og ikki minst mati.
Prísir alla leguna:
Vaksin: kr. 650,-
Børn 0–6 ár: kr. 0,-
Børn 7–14 ár: kr. 350,-
Prísir bara leygardag:
Vaksin: kr. 450,-
Børn 0–6 ár: kr. 0,-
Børn 7–14 ár: kr. 200,-
Um man ynskir at sova í nýggju kamarslonini, kostar tað kr. 600,- afturat.
Tilmeldingin letur upp fríggjakvøldið, 23. august kl. 18.00
Freist, 31. oktobur kl. 23.00






