Ungdómsmøti verður aftur í kvøld.
Vit byrja við bønaløtu kl. 19.30, og ungdómsmøti byrjar kl. 20.00.
Í kvøld fáa vit vitjan av Magnus H. í Hjøllum og Andrias Garðsá, sum koma at siga frá teirra tænastu sum volentørar í Íslandi fyri Heimamissiónina.
Aftaná møti fáa vit ein góðan drekkamunn, og hugna okkum saman við spølum.
Øll ung frá 7 flokki og uppeftir eru hjartaliga vælkomin.

