Í annaðkvøld verður barnarinngur fyri seinastu áðrenn jóla.
Beinta Bertelsen kemur á vitjan, og siga frá.
Tað verður eitt sindur øđrvísi hesaferđ, tí einki handaligt arbeiði verður. Ístađin bjóða vit foreldrum við til løtuna at lurta eftir Beintu og meðan børnini venja teir sangir, sum tey skulu syngja til jólar.
Aftaná verđur ein drekkamuđur.
Eisini verður møguligt at keypa jólakort til frama fyri Tæn Afrika. Hesi kort eru komin ístaðin fyri jólakalendarnar, sum vit undanfarin ár hava selt. Eitt kort kostar 30 kr, tó so kosta geitakortini 100 kr. Peningurin fyri geitakortini fara óskerdir til einsamallar mammur at keypa geitir fyri, so tær fáa mat til sín og børnini. Gjaldast kann kontant ella við at flyta á konto nr: 9181-4994479 og viđmerkja kort.
Barnaringurin endar kl. 18.30 hendan dagin.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

