Spennandi kvøld hjá Sjómanskvinnuringunum.

25/4-2016

Týskvøldið 26. apríl kl.20. samlast sjómanskvinnuringarnir í Sørdarfirði, Rituvík, á Glyvrum og á Toftum, í missiónshúsinum á Toftum.

Saman við kvinnunum um vera eisini tveir lokalir sjómenn og sjómanstrúboðarin.

Kári Henriksen kemur at siga frá við orðum og myndum og Pauli Højgaard kemur at hava andaktina. Drekka, prát og hugni verður eisini á skránni.

Møguleiki verður fyri at geva eina gávu til Sjómansmissiónina. Allar kvinnur eru vælkomnar!

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.