Skráin fyri missiónsvikuna

7/2-2017

Nú er skráin fyri missiónsvikuna klár. Hon verður borin út í húsini í hesum døgum.

Skráin sær soleiðis út:

Sunnudagin 12 februar
Kl 17 Familjumøti, Ólavur Magnusen talar. Barnakórið syngur
Innsavnan til sunnudagsskúlan
Nátturði

Mánadagin 13. februar
Kl 19.30 Møti, Ovi Brim, prestur talar
Menn úr Rituvík syngja
Innsavnan til Tabor

Týsdagin 14. februar
Kl 19.30 Møti, John Petersen talar
Menn úr Rituvík syngja

Mikudagin 15. februar
Kl 19.30 Møti, Marjan Nielsen talar
Solo Gratia syngur

Hósdagin 16. februar
Kl 19.30 Møti, Jógvan Steintún talar
Gøtu kirkju ungdómskór syngur

Fríggjadagin 17. februar
Kl 19.30 Møti, Øssur Kjølbro, aðalskrivari talar
Evni: Hvussu kenne eg Guds kall?
Todos syngur

Leygardagin 18. februar
Kl 10.00 Morgunmatur, bíbliutími, Bergur D. Joensen, prestur talar
Kl 16.00 Barnamøti, Pól Sondum talar
Børnini fáa okkurt gott aftaná.
Kl 19:30 Møti, Øssur Kjølbro aðalskrivari talar
Evni: Frelsuvissa
Sangur: Ungar sangkreftir
Kl 22.00 Lovsangsløta, við teimum ungu

Sunnudagin 19. februar
Kl 11.00 Guðstænasta við altargongd í Fríðrikskirkjuni v/ Ova Brim, presti
Kl 15.00 Sunnudagsskúli, Kaj Eli Hansen talar
Børnini fáa okkurt gott aftaná
Kl 19.00 Møti, Øssur Kjølbro aðalskrivari talar
Evni: Varðveitsla í lívinum saman við Jesusi.
Taborkórið syngur
Innsavnan til Heimamissiónina

Onnur kunning viðvíkjandi missiónsvikuni

  • Frá mánadegnum til fríggjadagin verður bønarløta í loftstovuni kl 7.00 á morgni
  • Hvørt kvøld verður bønarløta í loftstovuni hálvan tíma áðrenn møtið.
  • Aftaná møtini verður drekka í kjallarinum
  • Barnaansing fyri børnum undir skúlaaldur frá mánadegnum, og fyri børnum í skúlaaldur frá fríggjadegnum
  • Bókasøla verður undir missiónsvikuni.

Øll eru hjartaliga vælkomin til øll tiltøk sum verða komandi viku.

Eisini er møguleikin fyri at taka niður faldarin sum er til missiónsvikuna við at trýsta her

Similar Posts