Fríðrikskirkjan – Áhugaverdur fyrilestur
1/9-2017
KNUT ALFSVÅG Í FRÍÐRIKSKIRKJUNI Í VIKUSKIFTINUM
Bæði leygarkvøldið og sunnudagin verður í Fríðrikskirkjuni høvi at hoyra norska professaran í gudfrøði, Knut Alfsvåg.
Leygarkvøldið kl 19.30 hevur hann fyrilesturin: “Myndugleikin hjá bíbliuni sambært Luther.”
Sunnudagin kl 11.00 prædikar hann undir gudstænastuni. Prædikuteksturin er Mark 7,31-37. Tað er um tá ið Jesus grøðir deyva og dumba mannin við orðinum “Effata!”.
Sagt verður um Alfsvåg, hann megnar at gera fløkt viðurskifti greið, og er lættur at skilja.
Vælkomin øll!