Søgan um missiónsarbeiðið á Toftum
Missiónsarbeiðið á Toftum byrjar í apríl 1917. Tó skal viðmerkjast, at í 1908 varð Blákross felag stovnað á Toftum, sum eisini hevði sína missión í fólki okkara, og kanska var tað spírin til tað andaligu veking, sum Guð lat koma yvir fólk okkara í 1920/40 árunum.
Missiónsarbeiðið byrjar við, at nakrar ungar gentur og ungar konur, eftir innbjóðing frá Ingu Højgaard, Inni á Regni, á Toftum, koma saman í barnaheimi hennara, har tær syngja saman, lesa Guðs orð og eru í bøn. Eisini verður lisið úr góðum søgubókum. Soleiðis byrjar fyrsti spírin til missiónsarbeiðið á Toftum.
Hesar ungu kvinnur koma saman hvønn sunnudag at halda møti. Tær koma eisini saman okkurt gerandiskvøld til hondarbeiði, og soleiðis blíva tær sera nær knýttar at hvørji aðrari. Møtini verða hildin Inni á Regni í umleið 1 ár. Síðan flyta tey í skúlan, har verða tey í uml. 2 ár. Síðan fer Inga Højgaard, og Sigrid Johannesen, í Tøvuni, á Toftum tekur við ábyrgdini eftir henni, og møtini flyta inn til Juliu Højgaard, Inni í Brekkum.
Inni í Brekkum eru tey í umleið 4 ár, tá eru so nógv komin við, at húsini hjá Juliu eru ov lítil. So verður farið at biða um skúlan aftur, og tað verður játtað. Møtini halda fram og sum árini fara eru fleiri og fleiri komin við, so tað er meinigheidini greitt, at tað verður neyðugt at byggja missiónshús á Toftum.
Bróður Sigrid, Hans Michael Johannesen kallar saman til fundar hin 30 nov. 1934 at røða um at fara undir at byggja missiónshús. Møtt eru 20 fólk, og eru tey samd um at fara undir fyrireikingar at byggja missiónshús á Toftum. Ætlanin verður løgd fram fyri Guð í bøn um hansara signing yvir arbeiði.
Tíðirnar í 1930’árinum eru ógvuliga tungar peningaliga, men í trúgv og álit á, at hetta er vilji Guds, verður í 1937 fari undir at byggja missiónshús. Stórsti partur av arbeiðinum verður gjørt við fríðvilligari hjálp. Arbeiðið gekk gott og 13 februar 1939 verður missiónshúsið, sum fekk navnið “TABOR”, vígt av Bull Nielsen presti á Nesi. Kosnaðurin av missiónshúsinum varð kr. 13.000,- og var alt goldið, tá liðugt var.
Missiónsarbeiðið mentist, og fleiri og fleiri greinar tóku seg upp, so at hølisviðurskiftini aftur gjørdist ov tronglig. Fari varð tí undir at byggja nýtt missiónshús í 1991. 13. februar 1994 verður nýggja missiónshúsið vígt, og er hettar d.d. 55 ár síðan fyrra missiónshúsið varð vígt, og stendur tað á sama grundøki og hevur sama navn.