Heilsan úr Thailandi
Heimasíðan hevur fingið heilsan úr Thailandi, frá Ernst og Khem.
Inngangur
Drúpið tit himnar í erva, skýggini lati rættferð streyma, jørðin opnist og lati frelsu spretta og hartil rættlæti blóma; eg, Harrin, skapi tað. (Jes. 45,8)
Góðu vinir. Eins og í sanginum: “Tíðin rennur sum streymur í á” so fer 2017 skjótt at halla. Hóast árið ikki er fullrunnið, so er nógv vatn runnið í ánni síðani seinast; ja, so nógv, at áarbakkarnir í Thailandi fløða yvir. Summi vilja vera við, at tað møguliga verður líka ringt sum í 2011; tá Bangkok fløddi. Hóast nógva regnið farnu mánaðirnar hevur verið ov nógv av tí góða, so er regn at rokna sum ein signing av himli. Guð hevur eisini ríkiliga vælsignað farnu tíðina og tað vil eg skriva nakað um.
Presturin afturkomin
Presturin, sum var í farloyvi í tríggjar mánaðir, er nú afturkomin. Eisini er ein genta, sum er í tjúgunum og úr Suður-Korea, komin at hjálpa henni; hon eitur Hanna. Saman skipa tær ymiskt í kirkjuni og úti í bygdunum, sum verða vitjaðar. Bygdirnar, sum verða vitjaðar, eru fýra í tali. Mikudag verða tvær bygdir vitjaðar: Nan og Chiang Krúa. Í bygdini Nan verður skipað fyri undirvísing í enskum. Undirvísingin í Nan er í samstarv við tveir trúboðarar úr New Zealandi, Ilkka og Maree. Í Chiang-Krúa verður hildið møti fyri bygdafólkinum har. Tey, sum koma til møti eru uml. 10 í tali, fimm ung og fimm vaksin. Hósdag verður undirvíst í enskum í bygdini Ta-Kon-Jang har uml. 6-10 børn koma. Eisini verður vitjað í bygdini Kvao-Jei, men ikki so regluliga sum áður. Síðani presturin er afturkomin, er rættulig gongd komin aftur á virksemi hjá kirkjuni.
Bíbliubólkar
Bíbliubólkarnir, sum Youmi skipaði áðrenn hon fór í farloyvi, hava hitst eina ferð um vikuna. Summir bólkar hava møtt í kirkjuni eftir gudstænastu og aðrir hava hitst sum húsbólkar. Flestu bólkarnir eru komnir hálvan veg við bókin “Lívið sum lærusveinur”. Í bólkinum Khem og eg havi verið í, hava vit savnðast leygardag kl. 17 í ein tíma. Saman hava vit lisið úr bókini og bíbliuni. Evnini í bókini hava givið okkum góðar samtalur um innihaldið í kristna lívinum. Ein maður í bólkinum, sum eitur Sombun, hevur fleiri ferðir sagt, at fyrr var hann vanur at sita sama við drykkju-vinum og gorra langt út á náttina. Tað var ofta stuttligt, men hevði ikki so nógv innihald. Nú, kann hann sita við fullum viti og tosa leingi um mangt og hvat, sum hevur týdning fyri lív hansara. Hann heldur tað vera stuttligt, og er sera eldhugaður at møtast. Bíbliubólkarnir, sum Youmi skipaði hava tí eydnast væl.
Føðingardagar í september
Sjey ára føðingardagurin hjá kirkjuni bleiv hildin 17. september og nógv fólk møttu. Tað var ein sunnudag, so gudstænasta var sum vanligt um morgunin. Um kvøldið var eitt eykamøti, har nógv fólk kom frá kirkjunum í býnum. Ein sera hugnaligur og samansjóðandi føðingardagur.
Khem bleiv 40 ár 26. september og hon helt føðingardag í tveimum umførum. Fyrst bjóðaði hon starvsfelagum til døgurða ein fríggjadag og eitt annað kvøld bjóðaði hon vinum í kirkjuni til andakt og kaku. Tað var í báðum førum sera hugnaligt.
Í september minnast vit eisini 2. september, sum ein serligan dag. Tí tá kom Khem til trúgv. Í juli, 2008, hoyrdi hon fyri fyrstu ferð boðskapin um Jesus. Tveir mánaðir seinni var hon til reiðar at taka avgerðina at fylgja Jesusi eftir. Haraftur at bleiv eg 31 ár 14. september. Tó, gjørdu vit ikki nakað serligt burturúr degnum. September er tí ein serligur mánaði fyri okkum við fleiri merkisdøgum.
Ov nógv regn
Frá juni til oktober er regntíð í Thailandi, og tá ynskja rísbøndurnir so nógv regn sum møguligt, men viðhvørt kemur ov nógv avfall. Í ár hevur verið nógv regn og tvær ferðir hava tropiskar ódnir yvir Suður- Kinesiska havinum gjørt landgongd yvir Vietnam og kasta av sær yvir Laos og norðara partin av Thailand. Nógva avfalli frá ódnunum hevur havt við sær, at nógv øki í norður Thailandi og norður-eystur Thailandi eru undir í vatni, tó mest fram við áarbakkunum. Ein býur, Sakon Nakon (170 km frá Mahasarakham), varð serliga hart raktur og stórir partar av býnum stóðu undir í vatni í fleiri dagar. Nógv dømi hava eisini verið um, at rísakrar hava staðið undir í vatni. Tað førir til, at annaðhvørt doyr rísið ella verður tað skolað burtur við vatninum. Í báðum førum elvir tað til, at einki rís verður at heysta. Nøkur í kirkju okkara hava verið útsett fyri hesi vanlukku og útlitini fyri at heysta nakað í november eru ring.
Kirkjan í Sikárapuhm (Sikhoraphum)
Fyrsta vikuskifti í oktober, vitjaðu vit verforeldrini, sum búgva í Surin. Surin landsparturin hevur mark við norður-Kambodja. Chai, sum er lítlibeiggi Khem, var eisini heima. Hann lærir til lærara, og er í holt við sítt fimta og seinasta ár av útbúgvingini. Hetta seinasta árið er hann í praktik (starvsvenjing) og skal skriva sína seinastu uppgávu. Hann verður væntandi liðugur í mars. Eisini vitjaðu vit ommuna hjá Khem, sum er 84 ára gomul. Tað er altíð hugaligt og avslappandi at vitja í heimbygdini, Natum.
Tá ið vit vitja verforeldrini fara vit í kirkju í einum lítlum býi, Sikárapuhm, sum er 12 km frá heimbygdini hjá Khem Tað er nærmasta kirkja. Kirkjan eitur “Friðarkirkja” og har samlast uml. 20-30 fólk til gudstænastu. Presturin, sum leiðir kirkjuna, hevur verið prestur í uml. 8 ár. Hann læs gudfrøði í Bangkok, men gjørdi ikki lesnaðin lidnan, tí hann bleiv biðin at leiða kirkjuna og valdi tí at leggja lesnaðin niður, so hann kundi taka við kallinum sum prestur. Hann býr í kirkjuni saman við konuni og trimum børnum. Kirkjan hann leiðir er vaksin nógv síðani hann kom. Tá hann fyrst kom til Sikárapuhm, var hann einsamallur við nøkrum fáum limum. Síðani bleiv hann giftur og fleiri løgdust afturat. Nú møta bæði vaksin og børn regluliga til sunnudagsskúla og gudstænastu. Aftaná gudstænastu er døgurði til øll. Tað er sera hugnaligt at enda eina gudstænastu við góðum mati og felagsskapi. Eftir gudstænastu koyrdu vit túrin heim aftur til MahaSarakham, sum tekur uml. 3. tímar.
Bíbliuskeið – lær at minnast søgurnar í bíbliuni
Eitt bíbliuskeið bleiv hildið í fyrstu viku í oktober. Skeiðið legði dent á, hvussu ein kann læra at minnast hendingar í gamal testamenti við ymiskum rørslum. Skeiðið varð hildið av einum suður-koreanskum trúboðara. Hann gjøgnumgekk týdningarmestu søgurnar í gamla testamenti og lærdi okkum ymiskar rørslur, sum hjálparamboð til at minnast t.d. fallið, flóðina, Ábraham o.s.fr. Vit, sum vóru á bíbliuskeiði lurtaðu og fluttu okkum nógv, tí rørslurnar blivu fleiri og fleiri. Tað var eitt mennandi og læruríkt skeið, sum øll vóru væl nøgd við, hóast trúboðarin ikki dugdi so væl tailendskt
Kongalig jarðarferð
Tað er ikki so ofta, at kongar doyggja, men fyri einum ári síðani, tann 13. Oktober 2016, doyði Bhumibol Adulyadej (Pumipon Adulyadet). Hann kom til valdið eftir eldra beiggjan, Ananda Mahidol (Mahidon), sum doyði av einum vanlukkuligum skot tilburði í kongshúsinum, í 1946. Bumipon prinsur, tók umgangandi við trónuni og vendi aftur úr Tailandi til Eysturríki, har hann var undir útbúgving. Í 1948 var hann fyri eini bilvanlukku í Eysturríki, sum voldi honum ringa sjón í høgra eyga. Síðani, vendi hann aftur til Tailands at blíva virkandi kongur í 1950. Hann er tann kongurin í Tailandi, sum hevur sitið longst við valdið; tils. 71 ár.
Kongurin var kendur fyri at hava vitjað allar 75 (nú 76) landspartar í Thailandi. Á sínum vitjanum koyrdi hann sín egna bil og legði nógva orku í at møta fólkinum og seta tiltøk í verk fyri at hjálpa bóndum og arbeiðsfólki at fáa betri kor. Kongshúsið hevur latið nógvan stuðul til bygging av skúlum og sjúkrahúsum runt um í landinum. Eisini átti Pumipon patent upp á eina verkætlan at gera (falskt) regn. Regnið verður gjørt við at flogfør sproyta eina blanding oman fyri høgu skýggini, sum so leiðir til regn fylgjandi dagarnar. Verkætlanin hevur hjálpt um hjá jarðarbrúkinum, tá turkur hevur verið. Hendan verkætlanin er bert ein av mongu verkætlanum, sum kongurin stuðlaði fyri at hjálpa jarðarbrúkinum í Tailandi.
Eftir at hann doyði fyri einum ári síðani, hevur verið høvi hjá fólkinum at vísa honum virðing har hann hevur ligið balsameraður í eini kistu í kongahúsinum. Sera nógv fólk hava brúkt høvi at ferðast til Bangkok at vísa farna konginum virðing. Nú, eitt ár er liðið er tíðin komin brenna líkið hjá konginum. Farni kongurin hevur sera stóra virðing ímillum fólki í Thailandi og hevur verið kallaður “pápi” hjá thailendingum.
Heystferiu
Skúlarnir í Thailandi hava heystferiu í oktober eins og í Føroyum. Tó eru eingi fjøll sum skulu gangast og ei heldur nøkur lomb at fletta, so vit hava meira tíð til annað. Vónandi hevur fjall, rakstur og fletting gingið væl hjá tykkum.
Komandi tiltøk
Tað er týdningarmikið at leggja ætlanir, men enn meira týdningarmikið at biðja og søkja Guðs vilja. Eftir ætlan, verður kirkjan vertur fyri einum skeiði, har øll við áhuga kunnu vera við. Væntandi koma fleiri trúboðarar og onnur, sum gera tænastu í økinum. Endamálið við skeiðinum, sum kallast STS (Simply the Story), er at geva frálæru um, hvussu ein kann fortelja søgurnar í bíbliuni til teirra, sum ikki lesa søgurnar sjálvi. STS hátturin at fortelja søgur leggur upp til, at áhoyrararnir taka lut í frásøguni og harvið læra søgurnar betur. Skeiðið verður fyrst í november og eru vit sera spent, hvussu tað fer at vera. (sí leinkjuna um meira um STS: http://simplythestory.org/oralbiblestories/).
Seinni í november kemur eitt toymi úr Suður-Korea at virka saman við kirkjuni. Tey eru ein bólkur á uml. 25, harímillum uml. fýra ungar familjur við børnum og eisini onnur ung. Tey ferðast knøttin runt at framføra sín hip-hop dans og boða gleðiboðskapin. Tey vitjaðu okkum fyri einum ári síðani og nú koma tey aftur. Ætlanin er, at tey skulu undirvísa í hip-hop dansi og framføra á skúlum. Gott hevði verið, um tit vildu biðið fyri hesum tiltøkum.
Heim til Føroyar í mars
Av tí at eg havi langa summarferiu frá mars til maj og verið liðugur við skúlan, sum eg gangi til um vikuskifti, fari eg til Føroyar 20. mars. Khem og verforeldrini koma 3. maj og vit fara øll avstað aftur 20. maj. Vit vóna at síggja so nógv av tykkum sum møguligt.
Endi
Takk til tykkum, sum lesa og biðja fyri okkum. Eisini takk til tykkum, sum vilja lesa heilsanina upp fyri øðrum og/ella leggja hana út á alnótina. Tað er sera hugaligt at hoyra aftur frá tykkum umvegis t-post ella á Facebook. Ein stór tøkk til Andrias bróðir fyri rættlestur.
Má Harrin ríkiliga vælsigna tykkum
Við heilsu frá
“Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell ikki, tí at tað var grundað á hellubotni. Og hvør tann, sum hoyrir hesi orð míni og ikki ger eftir teimum, hann skal líknast við ein fávitskutan mann, ið bygdi hús sítt á kyksendi; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell, og fallið var stórt.” (Matt. 7, 24-27)
Kærar heilsanir
Ernst og Khem