Nógv ymiskt – klútaklipping
Tað eru nógvar ymiskar uppgávir sum verða útførdar í missiónshúsinum. Ein av teimum er klútaklipping.
Heimasíðan hevur fingið hesa frásøgn við myndur frá sjómanstrúboðaranum.
Klippa klútar fyri Bláa Kross
Hvønn mánadag millum kl.14.00 – 16.00 samlast nakrar kvinnur í Tabor at klippa klútar
Teir verða kliptir úr brúktum klæðum, sum Blái Krossur Føroya ikki fær selt í endurnýtsluhandlunum.
Klútarnar verða seldir til skip og smiðjur, og tað frættist at maskinmennirnir eru væl nøgdir við klútarnar.
Peningurin fer til arbeiðið hjá Bláa Krossi.
Allar kvinnur eru vælkomnar at klippa.
Tað er pláss fyri fleiri og harafturat er eftirspurningurin eftir klútunum vaksandi.
[modula id=”6850″]