Minnisrit um 100 ára missiónsarbeiðið á Toftum

Tað var í apríl 1917, at nakrar ungar gentur á Toftum samlaðust í bóndahúsunum inni á Regni til bíbliulesnað, bøn og hugnaliga samveru. Skjótt komu fleiri kvinnur og menn afturat, so gamli skúlin varð leigaður til at hava møtir í.
Í 1939 var missiónshúsið Tabor vígt, og arbeiðið mentist alla tíðina. Í 1994 varð núverandi missiónshús vígt og hevur síðani verið karmur um nógva og fjølbroytta arbeiðið.
Blái Krossur byrjaði á Toftum í 1908, og var sostatt virkin, áðrenn missiónsarbeiðið byrjaði.

Alt hetta og nógv meira kann lesast í einum Minnisritið, sum nú er skrivað.
Í heftinum er stutt søguligt yvirlit yvir arbeiðið, sunnukvøldsmøtini, bíbliutímarnar, leygarkvøldsmøtini og jólaveitslurnar.
Harafturat eru frágreiningar frá arbeiðsgreinunum, sum í dag eru virknar:
Bindimøtið/sjómanskvinnuringurin, Blái Krossur, streingjakórið, sunnudagsskúlin, útimissiónsbarnaringurin, barnakórið, ungdómsmøtini, seinnapartssamkoman, Taborkórið og juniorarbeiðið.
Bóklingurin er 60 síður í A5 stødd við 43 myndum.
Minnisritið, saman við innbjóðing til missiónsvikuna, sum verður í komandi viku, verður borið út í húsini í Nes kommunu hetta vikuskiftið.

Onnur tíðindi