Hósmorgun kl. 10.00–12.00 (annanhvønn fríggjadag í vetrarhálvuni)

Ábyrgd: Marjan Nielsen, tlf. 44 83 21

Í mong ár hevur seinnapartsamkoman ella eldrassamkoman verið ein partur av arbeiðinum í Missiónshúsinum, men fyri at røkka fleiri verður tiltakið latið í nýggjan ham. Eitt nú er navnið broytt til MorgunKaféin.

Málbólkurin er ikki so aldursavmarkaður, men eisini onnur, so sum sjómenn og onnur sum hava frí ein hósmorgun, eru vælkomin til morgunkaffi.

Á skránni er hugnalig samvera við einum góðum drekkamunni og práti, onkrun innslagi t.d. ferðafrásagnir, skipstúrar har myndir vera vístar ella líknandi. Endað verður við andakt og bøn.

Er tørvur á bili, kann ein ringja á telefon 225836.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.