Hvat ynskja vit av Jesusi?

Tá ið nú fólkini sóu tað tekinið, sum hann hevði gjørt, søgdu tey: “Hesin er av sonnum profeturin, sum koma skal í heimin.” Tá ið Jesus tí skildi at teir ætlaðu at koma og taka hann við valdi, til tess at gera hann til kong, fór hann aftur avsíðis niðan á fjallið, einsamallur í einingi. (Jóhs. 6,14-15)

Eingin ivi er um, hvat tað var, landsmenn Jesu ynsktu av honum. Teir ynsktu materiellar  og politiskar fyrimunir. At hetta ikki einans var tilvildarligt, skilja vit, tá vit hoyra, at “teir ætlaðu at koma og taka hann við valdi, til tess at gera hann til kong.” Í nútíðar “yvirgangs-stíli” hevði tað verðið kallað “fólkarán”.

Tað er júst tað, málberingin “taka við valdi” sigur. Orðið merkir í veruleikanum at “ræna”, “ríva við sær”. Jesus hevur sostatt eisini upplivað henda partin við at vera menniskja: vandan fyri beinleiðis fólkaráni! Hvussu álvarsom hendan hóttan hevur verið, skilja vit best av ávísum handritum, sum beinleiðis siga, at Jesus “flýggjaði” niðan í fjøllini.

Vit hava ilt við at fata, hvør freisting hetta stóra fólkaynski hevur verið fyri Jesus. Eingin hevur sum hann havt hjartalag fyri teimum, ið vóru neyðstødd, eisini í likamligari og tímiligari neyð. “Men tá ið hann sá mannamúgvurnar, tókti honum stórliga synd í teimum, tí at tær vóru illa viðfarnar og vanrøktaðar”. Tí var eisini ein stórur partur av arbeiði hansara at ganga umkring og “gera væl”. Eingin hevur so væl sum hann vart rættin móti øllum órætti og kúgan. Mest víðagitna tala hansara, fjallatalan, ber inniligan dám av øllum, sum er rætt og rættvíst. Og tá ið hann einaferð kemur aftur at stovnseta sítt æviga ríki, verður tað á eina “nýggja jørð, har sum rættvísi býr.”  (2. Pæt. 3,13)

Tó var ynski hjá fólkinum ein freisting, eitt frávik frá tí, sum var veruliga uppgáva hansara. Leið hansara bar ikki móti kollvelting, men móti Golgata. Móti tí avgerandi bardaganum móti ringasta fíggindanum hjá Gudi og menniskjanum: Sátan og øllum herliðum hans.: “Hann avvápnaði valdini og harradømini og sýndi tey opinberliga fram, tá ið hann vann sigur yvir teimum í honum.” (Kol. 2,15)

Eisini í dag eru tað mong, ið tørva ein frelsara at veita teimum persónligar ella samfelagsligar fyrimunir. Men eru vit nøgd einans við hetta, uttan at hava tørv á tí, sum vóru høvuðsørindi Jesu, sáttargerðin á krossinum á Golgata, tá fer hann aftur avsíðis. Vit fara ikki at fáa fatur í tí veruliga  Jesusi! Tí uttan Golgata – eingin sannur sáttargerði, hvørki við Gud ella menniskjur.

úr andaktsbókini “Livandi steinar”

Onnur tíðindi