Nógva á skánni í dag – leygardagur
Dagurin byrjar kl. 10.00. Tá verður servera ein góður morgunmatur. Síðani kemur Per Tveten at hava ein bíbliutíma fyri okkum.
Kl. 16.00 verður eitt barnamøti. Her er ein broyting í skránni. Tað verður Marjan Nielsen sum kemur at hava orðið, og so fáa vit 1 part av eini framhaldsøgur, sum Jonna Poulsen kemur at fortelja.
Eftir barnamøti verður ein drekkamunnur.
Møti verður so aftur í kvøld kl. 19.30. Tá verður tað aftur Per Tveten sum kemur at boða okkum Guðs orð, út frá 1. Sám 22,1-2. Sangin í kvøld fáa vit frá Heðin Askham.
Bønarløta er ½ tíma áðrenn møti.
Øll eru hjartaliga vælkomin.