Skráin fyri møtir í páskahalguni

Stýrið hevur hesa kunning um páskahalguna.

Tað er soleiðis at, meinigheitinar á eystara armi á Skálafjørðinum hava saman gjørt eina skrá fyri møtir um páska halguna.

Skráin sær soleiðis út:

Langafríggjadag 30.mars
Í Bønhúsinum í Søldarfirði:
Kl. 18.00 møti, har Árni Jacobsen talar og
Manskórið í Rituvík syngur

kl. 21.00 verði ungdómsmøti í Missións- og ungdómshúsinum á Glyvrum

Páskadag 1.apríl
Í missións- og ungdómshúsinum á Glyvrum
Kl. 17.00 møti, har Johild Finnsson talar og
Taborkórið syngur

2.páskadag 2.apríl
Í Tabor á Toftum:
Kl. 18.00 møti, har Margeir Toftegaard talar og
Manskórið í Fuglafirði syngur

Heitt verður annars á okkum øll, um at møta upp til páskamøtini langafríggjadag í Søldarfirði, páskadag inni á Glyvrum og 2.páskadag á Toftum.  

Víst verður annars á, at sjálvt um páskamøtini eru í grannabygdunum um páskirnar, so verður missiónshúsið opið langafríggjadag og páskadag kl. 18.00, har ein styttri byrjan, felagssangur og bøn verður.

 

Onnur tíðindi