Kristi Himmalferðardagur – Krýningardagur Krists
Og tá ið hann hevði sagt hetta, varð hann upp tikin, so teir sóu tað, og eitt skýggj tók hann burtur úr eygum teirra. Áps. 1,9
Á einum av teimum stóru norrønu studentaráðstevnunum á bíbliskum grundstøði var summarhitin vorðin so tyngjandi, at tann stóra fjøldin av ungum, umleið 1000, høvdu flutt fundin úr kirkjuni út á stóra ítróttarøki í býnum. Hetta hendi í Åbo í Finnlandi.
Ein av høvuðsrøðarunum á ráðstevnuni var svenski missiónslæknin og Etiopiatrúboðarin Fride Hylander. Í somu løtu, hann steig uppá talarapallin, sigur hann:
Vit hava fingið eitt fjarrit frá einum kongi.
Heilt av sær sjálvum reisti allur hópurin seg, eins og siður er við móttøku av heilsan frá kongi. Frammanundan vóru heilsur komnar frá norrønum ríkisráðharrum. Hvørjum mundi henda vera frá?
Til vaksandi undran hjá øllum las læknin síðani fjarritið, ið innihelt missiónsboðini!
Tað gjørdist kvirt eina løtu. Síðani legði Hylander afturat:
Telegrammi er undirskriva av Kristur Konginum.
Hetta “fjarrit” hevði almikið árin á studentarnar, og mangir fingu gjøgnum tað sítt kall til missión.
Hetta “fjarrit” gloymi eg ongantíð segði ein finskur lektari. Tað leiddi hana til Afriku sum trúboðara.
Ein eitt sindur óvanligur háttur at kunna um missiónsboðini! Men hann hevði í veruleikanum púra rætt, svenski missiónslæknin. Kristus er kongur! Og Kristus himmalsferðardagur er krýningardagur hansara.
Nú eru árini við mannminkan vorðin tátíð. Nú hevur hann um tíð og ævi tikið við kongstignini við høgru hond Guðs faðirs tí alvalda.
Eitt lítið fylgi segði honum farvæl her niðri. Men í teimum himmalsku bústøðunum varð hann heilsaður við lovsongi teirra sælu. Latið okkum eisini fara uppí hetta himmalska fagnaðarkórið!
Úr andagtsbókini “Livandi steinar”