Bindimøti í Nesvík

Bindimøti í annaðkvøld verður nakað annaleiðis.

Sjómansmissiónin hátíðarheldur at 100 ár eru liðin síðani at Sjómansmissiónin bleiv stovna. Hetta verður hátíðarhildi í Nesvík í annaðkvøld kl 19.30.

Á skránni verður sangur frá manskórinum í Fuglafirði, Símun P. Jacobsen fer at hava eina andagt, og so verður eisini ein bók løgd fram, sum er um søguna hjá Sjómansmissiónini.

Bilar fara frá missiónshúsinum kl 18.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin við, bæði kvinnur og men.

Onnur tíðindi