Missiónshúsið fingið nýggjan formann

Á møtinum í Tabor á Toftum sunnukvøldið, 27. januar, var millum annað kunning frá stýrinum. Kunningin var, at nýggjur formaður er valdur fyri Leilu Højgaard, sum hevur verið forkvinna síðani 2006. Leila kom uppí stýrið fyri missiónshúsið í 2000.

Nýggi formaðurin er Olaf Magnussen, sum hevur verið næstformaður síðstu árini.
Hini í stýrinum eru: Helen Olsen, Janus Thomsen, Hans Jákup Elkjær, Olga Johannesen og Ólavur Øre. Stýrið fer at skipa seg annars ein av fyrstu fundunum.

Vegna stýrið, takkaði Olaf Leilu fyri trúgva tænastu. Hann nevndi millum annað, at Leila er ordilig, líka við øll, dugdi at lurta og var opin fyri nýggjum møguleikum.

Leila takkaði eisini fyri tíðina í stýrinum. Hon segði millum annað, at tað høvdu verið 18 góð ár, hóast tað ikki altíð er lættt at sita í einum stýri. Hon segði eisini, at stýrið hevði verið samt í flestu málum.
Leila takkaði bæði fyri stuðul frá familjuni og frá meinigheitini. Hon hevði kent tað so, at meinigheitin hevði bakkað stýrið væl upp og staðið aftanfyri í forbøn og í tænastu.

 

Scroll to Top
Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.