Sjómanskvinnuringurin á Toftum 80 ár

(Hetta er søguliga yvirlitið(við ískoytið) sum stóð í heftinum, sum varð gjørt í samband við at missiónsarbeiðið á Toftum varð 100 ár í 2017.)
Tá skrivast skal um sjómanskvinnuringin á Toftum eru fleiri álítandi keldur til taks. Fyri tað fyrsta, so eru fundar- og roknskaparbøkur skrivaðar gjøgnum árini. Fyri tað næsta, so eru livandi keldur til, tað vil siga fólk, sum minnast tá ringurin byrjaði. Hóast ringurin sjálvsagt hevði sína almennu byrjan, so komu nakrar ungar kvinnur og genturnar saman í 22 ár áðrenn til bøn, bíbliulestur, sang og at binda. Flestu róptu tað “Bindimøtið”. Heitini “Bindimøti og sjómanskvinnuringurin” hava tí gingið hond í hond øll árini síðani ringurin byrjaði.

Ungdómar byrjaðu
Nakrar ungar gentur á Toftum vóru blivnar andaliga vaktar. Tær byrjaðu at samlast hjá Ingu Højgaard inni á Regni, í apríl í 1917. Tær bóðu saman, lósu í bíbliuni, sungu og lósu upp úr góðum kristiligum bókum, meðan tær gjørdu ymiskt hondarbeiði. Tað var spírin til missiónsarbeiðið á Toftum. Seinni fluttu “bindimøtið” í skúlan, so inn til Juliu Højgaard, har mennirnir eisini vildu verða við. Tá var so trongligt har, at møtini fluttu út aftur í skúlan.
Frá uml. 1920 byrjaðu tær eisini at hava sunnukvøldsmøtir í skúlanum.
Tær tríggjar sum byrjaðu hesir møtir vóru Inga Højgaard, Mia Magnussen (f. Højgaard) og Sanna Hansen(Sanna á Forð, f. Petersen) Nøkur ár seinni gjørdist Sigrid Johannesen, virkin og varð ein “leiðarunum” í mong ár.

Samlast í Tabor
Bindimøtini og sunnukvøldsmøtini vóru í skúlanum til missiónshúsið Tabor var vígt í 1939. Tá fluttu bæði bindimøtið og sunnukvøldsmøtini í missiónshúsið.
14. apríl sama ár, var trúboðarin hjá “Indre Mission” Alfred Petersen, og hevði møti í Tabor. Hann tosaði millum annað, um arbeiðið hjá Føroysku Sjómansmissiónini, og serliga um Grønland, sum hann brendi fyri. Hann tosað tá við tær leiðandi kvinnurnar fyri Bindimøtini, um at stovna ein sjómanskvinnuring, sum skuldi stuðla arbeiðinum hjá Føroysku Sjómansmissiónini. Arbeiðið hjá “bindimøtinum” hevði til tá verið til persónliga uppbygging, samstundis sum kvinnurnar stimbraðu undir kristiliga arbeiðið í bygdini og undir byggingina av missiónshúsinum. Tí kann sigast, at “Sjómanskvinnuringurin” og Sjómansmissiónin komu inn sum ein arbeiðsgrein hjá Bindimøtinum.

Reglugerðin
Ein reglugerð við 5 punktum var skrivað, har millum annað stendur, at hvør limur skal gjalda eina fasta upphædd árliga ella geva eina árliga gávu til Sjómansmissiónina. Limirnir koma saman fýra ferðir árliga, har peningurin verður goldin. Eisini er ein regla um formann og kassameistara, sum skulu sita í trý ár, men kunnu veljast aftur. Fyrsta møtið á hvørjum árið var eitt “ársmøti” har roknskapurin skuldi leggjast fram. Reglugerðin er undirskrivað 14. mai 1939 av Alfredi Petersen, fyri Hina føroysku Sjómansmissiónina og av Sanne Hansen forkvinnu og Sigrid Johannessen, kassameistara, fyri “SKA-kredsin” . Tey fýra kvøldini har “fokus” hjá “Bindimøtinum” var á Sjómansmissiónini vóru rópt fyri “SKS-møtir” (Sjómansmissiónsins kvinnuliga arbeiði) Tað eina kvøldið var “SKA-fest”. Tá var meiri gjørt burtur úr innihaldinum og drekkamunninum og tá komu ofta fleiri enn vanligt.

Nærum sama skrá
Heilt frá byrjaninni hjá Sjómanskvinnuringinum í 1939, og fleiri ára tíggir fram, var skráin fyri kvøldini stórt sæð tann sama. Byrjað var við sangi og bøn. So segði Sanne Hansen, á Forð, frá onkrari góðari søgu, sum hon hevði lisið. Mitt í løtuni var drekkamuður. Køkurnar høvdu einhvør teirra við heimanífrá. Kvinnurnar hugnaðu sær væl við ymiskt hondarbeiði. Enda var altíð við andakt, bøn og sangi. Í 1965 tóku Lena Joensen og Mary Joensen, við sum forkvinna og skrivari. Sjómanskvinnuringurin/Bindimøti samlaðist framhaldandi hvørt týskvøld um vetrarhálvuna og skráin fyri kvøldini var óbroytt, burtursæð frá, at eftir tað læs Mary flestu søgurnar. Ringurin vitjaði av og á aðrar ringar, og aðrir ringar vitjaðu tær við hvørt. Hvørt ár gjørdu tær eisini jólapakkar til sjófólkið. Sjómanskvinnuringurin skipaði av og á fyri eydnuhjólið til frama fyri ymiskt arbeiði í og út frá Tabor. Lena og Mary sótu eisini í leiðsluni fyri Tabor og fleiri í ringinum vóru virknar í fjølbroytta arbeiðinum í og út frá Tabor.

Yngri leiðsla
Í 1989 ynsktu Lena og Mary at sleppa frá sum leiðarar av arbeiðinum. Ingrid Hansen og Krista Magnussen gjørdust tá forkvinna og skrivari. Arbeiðið helt áfram og kvinnurnar vóru fegnar um at samlast. Nøkur kvøld vóru nakað ørvísið, tá til dømis onkur kom og segði frá onkrari uppliving ella tá sjómanstrúboðarin vitjaði og segði frá arbeiðinum og øðrum. Ringurin hevur eisini samlast við øðrum ringum, eitt nú á sjómansheiminum í Runavík. Jólapakkar til sjófólkið hevur øll árini verið ein fastur táttur í arbeiðinum. Kvinnurnar í Sjómanskvinnuringinum/Bindimøtinum gjørdu eitt stórt arbeiðið undan og eftir at nýggja missiónshúsið var bygt og tikið í nýtslu 13. februar í 1994. Tær skipaðu bæði fyri eydnuhjólið og øðrum stuðulsátøkum fyri húsið. Sigast má, at kvinnurnar øll árini hava verið ein týðandi og berandi partur av arbeiðinum í og út frá missiónshúsinum Tabor – og eru tað enn. Um várið, áðrenn ringurin gavst fyri veturin, skipaði tær fyri útferð.

Roknskapurin
Nevnast kann, at í kassabókunum stendur, at í 1939 góvu tær 48.01 krónur, í 1969, 1863.00 krónur og í 1999 góðu tær 9421.00 krónur til Sjómansmissiónina. Nevnast kann eisini, at fram til 1947 tá Alfred Petersen stovnaði Kirkjuliga Missiónsfelagi(KM), fekk Føroyska Sjómansmissiónin innsavnaða peningin. Frá 1947 og fram til 1981 var peningurin deildur javnt millum Sjómansmissiónina og KM. Frá 1981 og fram til 2008 fekk Sjómansmissiónin 2/3 og KM. 1/3. Frá 2009 er allur innsavnaði peningurin farin til Fø. Sjómansmissiónina. Í 1939 standa 51 nøvn í kassabókini. Síðsta árið nøvn eru skrivaði í bókina og hvussu nógu tær hava givið er í 1985. Tá standa 121 nøvn og 63 av teimum hava latið gávu til arbeiðið.

Nýggj leiðsla
Í 2008 góðust Ingrid og Krista í leiðsluni og Hallbjørg Hammer gjørdist forkvinna. Hallbjørg kennur arbeiðið sera væl, og sigur brosandi, at hon, saman við mongum øðrum standa í kassabókini bæði við gentu-eftirnavninum og við konu-eftirnavninum. Tá Ingrid og Krista góðust, gekk tað ein tíð áðrenn nýggj leiðsla var funnin. Hallbjørg kendi seg als ikki sum leiðara, og vildi tí ikki bjóða seg fram. Hon bað nógv til Guð fyri ringinum og skuldi hon gerast forkvinna, so skuldi onkur spyrja hana. Tað hendi og hon hevur síðani kent tað sum Guðs leiðsla og signing. Hon bað eisini Guð um, at tvær konir skuldu hjálpa sær. Hon spurdi tær og báðar søgdu ja. Í dag sita Hallbjørg og Maria á Regni í leiðsluni. Sally Davidsen hjálpir teimum.

Arbeiðið í dag
Hallbjørg sigur, at hon er ikki tann stóri nýhugsari, so arbeiðið fer fram sum tað hevur gjørt síðstu árini. Tær byrjað síðst í september til fyrst í desember. Tær samlast hvørt týskvøld kl.20. til 22. í loftstovuni í Tabor. Tær byrjað so aftur í januar og gevast, fyri summarið, til Kvinnustevnan, sum oftast liggur fyrst í mai. Tær eru millum 14 og 21 kvinnur sum samlast. Innihaldið í kvøldinum er sangur, bøn og andakt. Síðani er upplestur úr eini góðari bók meðan tær hugna sær við ymiskum hondarbeiði. Drekka er eisini á skránni, áðrenn enda verður við sangi og andakt. Tær sita og hugna sær í niðarustovu og drekka í ovarustovu. Tær hava tað sera hugnaligt, sigur Hallbjørg. Av og á er SKA-veitsla. Tað kvøldið koma oftast fleiri enn vanligt og úrvalið av køkum er størri og óivað søtari enn vanligt. Tað kvøldið er vanliga í kjallaranum. Viðhvørt vitjað sjómanstrúboðarin og greiðir frá arbeiðinum.
Ringurin á Toftum vitjar við hvørt aðrar ringar, og aðrir ringar vitjað ringin á Toftum.

Stuðla Sjómansmissiónini
Bússa stendur frammi hvørt kvøld so tær kunnu geva eitt oyra til kaffi, the og annað í samband við arbeiðið. Fýra ferðir árliga hava tær innnsavnann til Sjómansmissiónina, og tá er SKA-veitslan íroknað. Árliga útferðin hevur síðstu árini verið saman við Seinnapartssamkomuni, sum eru tey “eldri-ungu” sum samlast 14 hvønn dag vetrarhálvárið í Tabor. Sjómanskvinnuringurin hevur eisini havt sunnukvøldsmøtið. Tá høvdu tveir kvinnur orðið, og ein læs eina stutta og góða søgu. Tá kunnaðu tær eisini um arbeiðið hjá sjómanskvinnuringinum og gjørdu drekka. Tað var eitt gott kvøld, sigur Hallbjørg. Til seinast sigur hon, at allar kvinnur, yngri sum eldri, eru hjartaliga vælkomnar í Sjómanskvinnuringin í Tabor á Toftum ella á “bindimøti”, sum tað eisini verður rópt.

(Ískoytið) Nýggj leiðsla.
Skoytast kann uppí, at Hallbjørg gavst sum forkvinna í 2018 og Joanna Hansen gjørdist forkvinna, saman við Mariu á Regni. Síðsta árið hevur ringurin byrjað kvøldini kl.19.30 og enda uml. kl.21.30. Ringurin er nú í summarfrí og byrjar aftur í septembur og allar kvinnur eru vælkomnar.

Onnur tíðindi