Sunnudagsskúla-útferð – í dýrdar veðri.

Sunnudagsskúlin skipaði fyri útferð í gjár. Leiðin gekk yvir til Rituvíkar, oman til Kráagil.

Tað var eitt væl valgt pláss, tí her vóru umstøðunar sera góðar. Børnini kundu hugna sær í hyljum, ella svimja á sjónum, um ein hevði hug til tað, meðan tey vaksnu nýttu sólina og tað góða veðri.

Øll møttu í missiónshúsinum kl. 14.00, og síðani gekk leiðin til Rituvíkar. Vit byrjaðu við at syngja nakrar sangir saman. Síðani deildu við eitt Guðs orð, fyri síðani at syngja nakrar sangir afturat. Eftir hetta var frítt at gera hvat man vildi, og har var nokk at takast við, so eingin keddi seg.

Ein sera góður dagur til útferð.

Her eru nakrar myndir frá degnum.

[foogallery id=”5312″]

Onnur tíðindi